Hjartaliga tillukku, góða mamma!

Tóra Henriksen á Sandi, ættað úr Leirvík, fyllir 85 ár í dag.

 

Hjartaliga tillukku vilja vit børnini ynskja tær, og vit vóna, at tú fær ein sera gódan dag.

 

Vit gleða okkum øll til tað.

 

Ein heilsan til tín frá børnunum við sanginum - 

 

Mamma mín

Orð: Harry Birtilið  Lag: Águst Pétursson

 

Góða mamma, tú íð lívið gav mær, aftur koma barndómsdagar ei,

 

men tey ljósu minni, eg fekk frá tær vilja lýsa mær á lívsins leið. 

 

...

 

Mangar mammur syrgnar heima sita, tí ein sonur gloymdi burtur tær.

 

Men mín góða mamma tú skalt vita, at tú stendur hjarta mínum nær.

 

...

 

Meðan tú enn livir, vil eg veita hesa hjartans heitu tøkk til tín

 

og av sonnum skal tú altíð eita: Heimsins besta mamma, mamma mín.

 

...

 

Tá ið lívsins stormar á meg herja og eg óttafullur standi her

 

veit eg, tú við bønum meg vilt verja - móðireygað vekir yvir mær.

 

Óløf, Oskar, Jónbert, Bergtóra, Bjørk og Anna Petra.