HM: Danmark tók eitt flott met frá Fraklandi

Danska manslandsliðið er nú ósigrað í 26 HM-endaspælsdystum á rað. Tað er ongantíð hent áður

Ikki nóg mikið við, at danska manslandsliðið í hondbólti vann ein ótrúliga flott 40-23 (21-12) HM-fjórðingsfinalusigur á Ungarn í Stokkhólmi ígjár.

 

Teir tóku samstundis eitt ótrúliga flott met frá Fraklandi.

 

Sigurin á Ungarn merkir, at nú hevur Danmark ikki tapt í 26 HM-endaspælsdystum á rað.

 

Seinast Danmark tapti ein HM-endaspælsdyst var móti Kroatia 23. januar í 2019. Talan var um ein HM-millumspælsdyst. 

 

Frakland átti gamla metið. Millum 2015 og 2019 taptu fraklendingar ikki í 25 HM-endaspælsdystum. 

 

Her eru tey fremstu landsliðini við flestu HM-endaspælsdystunum uttan tap: 

 

 

 

Danmark: 26 dystir (2019-?).

Frakland: 25 dystir (2015-2019).

Russland: 19 dystir (1995-1999).

Svøríki: 19 dystir (1999-2003).

Danmark: 18 dystir (2011-2013).

Frakland: 15 dystir (2009-2013).

Rumenia: 14 dystir (1961-1967).

Kroatia: 14 dystir (2003-2005).

Svøríki: 13 dystir (1954-1961).

Týskland: 13 dystir (2007-2009).