HM-endaspælið aftur til Uruguay aftaná 100 ár

Uruguay bjóðar saman við Argentina, Chile og Paraguay upp á HM-vertsskapin í fótbólti í 2030

Í 1930 var fyrsta HM-endaspælið í Uruguay. HM-finalan millum Uruguay og Argentina var spæld á Estadio Centenario leikvøllinum í Montevideo, ið sæst á mynd frá 1930 omanfyri.

 

Nú ætlar Uruguay saman við Argentina, Chile og Paraguay at HM-endaspælið í 2030 skal vera í sama landi og tess grannalondum júst 100 ár aftaná fyrsta HM-endaspælið.

 

Fótbóltssambondini í Uruguay, Argentina, Chile og Paraguay siga í einari felags fráboðan, at tey vóna, at FIFA fer at æra søguna í 1930 við at leggja HM-endaspælið í hesum fýra suðuramerikonsku londunum.

 

Portugal og Spania hava eisini bjóðað upp á HM-endaspælið í 2030. Triðja boðið er eitt felags boð hjá Saudiarabia, Egyptalandi og Grikkalandi.