HM: Norðurlendska finalan verður av ongum

Svøríki rendi seg í franska múrin

17.000 forvæntningsfullir áskoðarar vóru upp á pláss í Tele-2 høllini í Stokkhólmi, teir flestu í vónini at síggja Svøríki vinna seg í HM-finaluna móti Danmark.

 

Men soleiðis skuldi ikki vera. Frakland søkti Svøríki við serliga góðum verjuspæli og framúr góðum strikuspæli.

 

Frakland var á odda 16-12 í steðginum. Tað nærmasta Svøríki kom Fraklandi í seinna hálvleiki var at vera aftanfyri við tveimum málum.

 

Klokkan 17 sunnudagin spælir Svøríki bronsudyst móti Spania. Sama kvøld klokkan 20 spælir Frakland finalu móti Danmark.

 

Av tí, at Frakland er OL-vertur í 2024 hevur Danmark longu tryggjað sær luttøku til OL í 2024.

 

Frakland-Svøríki 31-26 (16-12)

 

Frakland: Ludovic Fabregas 6, Dika Mem 5, Kentin Mahe 5, Nedim Remili 4, Nicolas Tournat 4, Yanis Lenne 3, Elohim Prandi 2, Dylan Nahi 1, Romain Lagarde 1.

 

Svøríki: Eric Johansson 5, Daniel Pettersson 4, Jonathan Carlsbogard 4, Felix Claar 3, Hampus Wanne 2, Niclas Ekberg 2, Oscar Bergendahl 2, Albin Lagergren 2, Lukas Sandell 1, Max Darj 1.