HM: Norðmenn tóku ikki av - taptu aftaná 2 x longda leiktíð

Tá 20 sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini var Noreg á odda 25-24 og hevði bóltin, men teir tóku ikki av

Noreg og Spania spældu eina sera minniliga og undirhaldandi HM-fjórðingsfinalu í Gdansk í Pólandi.

 

Dysturin fór til tvær ferðir longda leiktíð, har Spania at enda var omaná við einum máli 35-34.

 

Norðmenn munnu tó hava ein beiskan smakk í munninum. Tá 20 sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini høvdu teir bóltin, men royndu ikki so frægt sum at søkja at spanska málinum. Spania fekk bóltin, og í allarseinasta sekundinum javnaði Daniel Dujs­heba­ev til 25-25, og dysturin fór til longda leiktíð.

 

Aftaná tvær ferðir fimm minuttir var støðan javnleikur 29-29, og so mátti meira longd leiktíð omaná, og har var Spania akkurát omaná. Vargas í spanska málinum hevði eina stórbjarging tá fá sekund vóru eftir, og so fór fjórðingsfinalan ikki til brotskastskapping.

 

Dreymurin um trý norðurlond í HM-hálvfinalunum er brostin. Vónandi vera tað, ið hvussu er tvey tá Svøríki hevur spælt móti Egyptalandi í Stokkhólmi í kvøld. 

 

Noreg – Spania 34-35 (29-29 - 25-25 - 13-12)

 

Noreg : Kristian Bjørnsen 9, Sebastian Barthold 8, Christian O`Sullivan 4, Sander Sagosen 3, Harald Reinkind 3, Tobias Schjolberg Grondahl 2, Magnus Abelvik Rød 2, Petter Overby 2, Magnus Gullerud 1.

 

Spania : Angel Fernandez Perez 7, Alex Dujshebaev Dovichebaeva 7, Joan Canellas Reixach 6, Adrian Figueras Trejo 5, Daniel Dujshebaev Dovichebaeva 5, Ferran Sole Sala 3, Kauldi Odriozola Yeregui 2.