HM: Spaniumenn fóru við bronsuni - vertirnir standa við ongum

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í dystunum um triðja, fimta og sjeynda plássið

Spaniumenn vóru ov sterkir fyri vertslandið, Svøríki í bronsudystinum, og vunnu bronsudystin í HM-endaspælinum 39-36. Svøríki var annars betra liðið í fyrra hálvleiki, og var á odda 22-18 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá heimamonnunum, ið mugu taka til takkar við einum fjórða plássi.

 

Í dystinum um fimta plássið vann Týskland ein rættiliga greiðan 28-24 (16-13) sigur á Noregi.

 

Í dystinum sjeynda plássið mátti Egyptaland brúka tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð fyri at knógva Ungarn 36-35 (32-32 - 28-28 - 17-11)

 

Svøríki-Spania 36-39 (22-18) - Bronsudystur

 

Svøríki: Hampus Wanne 9, Niclas Ekberg 7, Albin Lagergren 5, Max Darj 4, Jonathan Carlsbogard 3, Felix Claar 3, Oscar Bergendal 3, Eric Johansson 2.

Bjargingar: Andreas Palicka 7, 23% – Tobias Thulin 6, 27%.

Spania: Andrian Figueras 9, Alex Dujshebaev 7, Angel Fernanddez 5, Joan Canellas 5, Ferran Solé 4, Jorge Maqueda 3, Agutsin Casado 3, Imanol Garcuandia 1, Miguel Migallon 1, Kauldi Odriozola 1.

Bjargingar: Rodrigo Corrales 5, 28% – Gonzalo Perez de Vargas 4, 15%.

 

Týskland-Noreg 28-24 (16-13) - Dystur um fimta plássið

 

Týskland: Johannes Golla 5, Luca Witzke 5, Kai Häfner 5, Juri Knorr 4, Lukas Stutzke 3, Rune Dahmke 2, Lukas Mertens 2, Christoph Steinert 1, Jannik Kohlbacher 1.

Noreg: Magnus Gullerud 6, Harald Reinkind 4, Sander Sagosen 2, Sebastian Barthold 2, Christian O`Sullivan 2, Kevin Gulliksen 2, Tobias Grøndahl 2, Kristian Bjørnsen 1, Magnus Abelvik Rød 1, Petter Øverby 1, Gøran Johannessen 1.

 

Egyptaland-Ungarn 36-35 (32-32 - 28-28 - 17-11) - Dystur um sjeynda plássið

 

Egyptalands: Ali Zein Mohamed 12, Ahmed Mohamed 5, Omar Elwakil 5, Mohamed Shebib 5, Mohesen Mahmoud 3, Yehia Elderaa 1, Mohab Abdelhak 1, Mohammad Sanad 1.

Bjargingar: Karim Hendawy 13, 34% – Mohamed Aly 7, 41%.

Ungarn: Richard Bodo 7, Mate Lekai 7, Gabor Ancsin 5, Bence Banhidi 4, Zoran Ilic 3, Bendeguz Boka 3, Zoltan Szita 3, Pedro Rodriguez Alvarez 2, Patrik Ligetvari 1.

Bjargingar: Marton Szekely 14, 28%.