HM: Svøríki fer at seta áskoðaramet í kvøld

17.000 áskoðarar vera til fjórðingsfinaluna millum Svøríki og Egyptaland

Klokkan 19.30 í kvøld spælir svenska manslandsliðið í hondbólti fjórðingsfinalu móti Egyptalandi í HM-endaspælinum.

 

Fjórðingsfinalan verður leikt í Tele-2 høllini í Stokkhólmi.

 

Dysturin í kvøld fer at seta eitt nýtt áskoðaramet. Heili 17.000 áskoðarar vera til dystin, og tað slær gamla metið frá 2002 við 2.700 áskoðarum.

 

Gamla áskoðarametið vóru 14.300 áskoðarar til ein EM-dyst millum Svøríki og Týskland í Globen-høllini í Stokkhólmi í 2002.

 

Danmark spælir sína fjórðingsfinalu móti Ungarn í Tele-2 høllini klokkan 17 í dag.

 

Noreg spælir sína fjórðingsfinalu móti Spania í Gdansk í Pólandi klokkan 17. Vónandi megna øll trý norðurlondini at vinna seg í hálvfinalurnar.

 

Frakland spælir fjórðingsfinalu móti Týsklandi í Gdansk klokkan 19.30 í kvøld.