HM: Svøríki má klára seg uttan Jim Gottfridsson

Svøríki skal royna at knógva Frakland uttan heimsins besta hondbóltsleikara

Tað gjørdist ein dýrur 26-22 (14-9) HM-fjórðingsfinalusigur hjá Svøríki á Egyptalandi í Tele-2 høllini í Stokkhólmi ígjár.

 

Jim Gottfridsson, ið var valdur til heimsins besta hondbóltsleikara í 2022 mátti út við einum skaða í vinstru hond.

 

Í nátt staðfestu røntgenmyndir á sjúkrahúsinum, at talan er um brot í hondini. Hondin má vera í gipsi í tveir mánaðir.

 

Svøríki má sostatt klára seg uttan Jim Gottfridsson í HM-hálvfinaluni móti Fraklandi í Tele-2 høllini í annaðkvøld klokkan 19.30.

 

Jim Gottfridsson var ógvuliga avgerandi tá Svøríki vann EM-gull í fjør. Undir HM-endaspælinum hevur hann eisini verið framúr góður. Tá svenska liðið hevur leikbrá er hann ofta longdi armurin hjá venjaratoyminum, og sigur tað sum sigast skal tá liðið er undir trýsti.

 

Norski landsliðsvenjarin hjá Svøríki, Glenn Solberg staðfestir eisini, at talan er um stóran miss. Men Glenn Solberg slær fast, at teir fara at gera alt tað teir kunna fyri at koppa Fraklandi í hálvfinaluni.