Høvuðsstøðin hjá svartahavsflotanum er álopin í dag

Russiska verjumálaráðið váttar, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív í álopinum.

 

Myndin er av høvuðsstøðini hjá russiska svartahavsflotanum á Krim-hálvoynni, sum í dag er álopin.

Guvernørurin á Krim-hálvoynni, Mikhail Razvozjajev, sigur á boðtænastuni Telegram í dag, at høvuðsstøðin hjá russiska svartahavsflotanum er álopin. 

 

Í russiska verjumálaráðnum vátta tey eisini, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív.

 

- Høvuðsstøðin hjá flotanum er rakt í einum fíggindaligum rakettálopi, skrivar Mikhail Razvozjajev á Telegram og leggur aftrat, at neyðhjálparfólk eru á staðnum.

 

Hann leggur aftrat, at eldur er í høvuðsstøðini, men at sløkkiliðsfólk nú hava tamarhald á eldinum.

 

Reuters endurgevur guvernørin, sum ávarar móti nýggjum ukrainskum loftálopum móti Krim-hálvoynni.

 

- Eitt nýtt álop er møguligt, sigur Mikhail Razvozjajev, sum heitir á fólk um ikki at fara inn í miðbýin, men heldur at halda seg innandura og søkja sær skjól.

 

Sambært útlendskum miðlum seinnapartin í dag hava ukrainsku myndugleikarnir ikki gjørt viðmerkingar til álopið á høvuðsstøðina á Krim.

 

Ukraina hevur framt eina røð av álopum við dronum og rakettum á Krim seinastu vikuna, og í seinastu viku varð eitt russiskt landgonguskip og ein kavbátur raktur.

 

Norska kringvarpið - NRK - viðgerð eisini ukrainska álopið á Krim-hálvoynna í dag, har eldur er í høvuðsstøðini hjá svartahavsflotanum.

 

 

 

Myndin er av høvuðsstøðini hjá russiska svartahavsflotanum á Krim-hálvoynni, sum í dag er álopin.