Hon hevur verið inni í næstan hvørjari stovu - nú er hon deyð

Vit kenna hana sum Elizabeth í stuttligu sendirøðini, Fínt skal tað vera

Josephine Tewson, høgrumegin, saman við Patricia Routledge, í Fínt skal tað vera

Víðakendi, enski sjónleikarin, Josephine Tewson, er deyð, 91 ára gomul. Navnið sigur kanska ikki øllum so nógv, men vit kenna øll hava betur sum Elizabeth í stuttligu sendirøðini, Fínt skal tað vera, har hon rættiliga lá undir fyri teirri snobbutu og ráðaríku, Hyacinth, sum var granni hennara.

 

 Aðrastaðni er hon eisini kend, sum Miss Davenport í s sendirøðini, Last Of The Summer Wine. Josephine Tewson doyði hósdagin á einum ellisheimi fyri sjónleikarar í London, og hon var 91 ár, nú hon legði árarnar inn.

 

Av øðrum høvuðsleikarunum í »Fínt skal tað vera«, kann nevnast, at Mary Miller, sum spældi Rose, systur Hyacint og Daisy, doyði í 1998. Geoffrey Hughes, sum spælir Onslow, kona Daisy, doyði í 2012, og Clive Swift, sum spælir Richard, kúgaði maður Hyacinth, doyði í 2019. Shirley Stelfox, sum hevði leiklutin sum Rose í nøkrum pørtum, doyði í 2015.

 

Patricia Routledge, ið hevur høvuðsleiklutin sum snobburin yvir øllum, Hyacinth, er á lívi enn, hon er 93 ára gomul. Judy Cornwell, ið spælir Daisy, systur Hyacinth og Rose, og kona Onslow, er eisini á lívi enn, hon er 82 ára gomul. og tað er David griffin, sum er Emmet, somuleiðis, hann er 79.

 

Josephine Tewson, høgrumegin, saman við Patricia Routledge, í Fínt skal tað vera