Hondbóltslandsdystur og fótbóltslandsdystur á FM1 fríggjakvøldið

Sjúrður H. Hoydal sigur frá undanundankappingardystinum í hondbólti millum Føroyar og Finnland. Tróndur Arge sigur frá landsdystinum millum Føroyar og Ísland

Stórt ítróttarfrásagnarkvøld verður á FM1 fríggjakvøldið frá klokkan 18.

 

Klokkan 18 verður sett niðan í høllina á Hálsi í Havn, har Sjúrður H. Hoydal saman við viðmerkjaranum, Sigrun Mikkelsen fer at siga beinleiðis frá undanundankappingardystinum í kvinnuhondbólti millum Føroyar og Finnland. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.30.

 

Tá klokkan byrjar at nærkast 19.45 verður Tróndur Arge ígjøgnum av Tórsvølli, og frá klokkan 20 verður full frásøgn av fótbóltslandsdystinum hjá monnum millum Føroyar og Ísland.

 

Samrøður og hæddarpunkt frá bæði hondbóltskvinnunum og fótbóltsmonnunum koma út á in.fo seinni um kvøldið.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo