Horsens: Fólk møta upp á koppsetingarmiðstøð uttan bílegging

Starvsfólk á koppsetingarmiðstøðini í Horsens hava úr at gera

 

Starvsfólk á koppsetingarmiðstøðini í Horsens hava úr at gera. Har møta fólk nevniliga upp, uttan at hava bílagt sær tíð frammanundan. Hetta er eitt tiltak, ið Horsens kommuna hevur tikið stig til. Orsøkin er, at tey vilja fáa koppsett øll tey, sum eru dottin ímillum í mun til at blíva koppsett. Har er nóg mikið av koppingarevni, so vit vóna at hetta fer at blíva avgerandi, sigur Ulla Hjorth, sum er serráðgevi í Horsens Kommunu.

 

Her hava verið ómetaliga nógv fólk, og køin er enn long, sigur hon. Hon leggur afturat, at talan serliga er um fólk av øðrum etniskum uppruna, og eru har serliga nógv úr Eysturevropa.      

 

Talan er um koppseting ímóti virussmittuni COVID 19.