Hoyr borgarstjóran fortelja um grønu upphitingarskipanina

Per Martin Gregersen var í tíðindunum á FM1 í dag

– Hetta er ein máti at goyma yvirskotsorku.

 

Soleiðis sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, um ta grønu intelligentu upphitingarskipan, sum skúlin og eldrasambýlið í Leirvík nú fáa.

 

Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Í dag varð sáttmálin um upphitingarskipanina undirskrivaður.

 

– Sjálv verkætlaninin kostar umleið 8 milliónir, sigur borgarstjórin.

 

Í tíðindunum á FM1 klokkan 17 seinnapartin fortaldi borgarstjórin um verkætlanina. Hoyr, hvat hann segði, við at trýsta á pílin undir myndini.