Hoyvík kløkkaði víkingarnar

Løgmanssteypið: Veteranarnir bjargaðu favorittunum úr tronganum

Tað luktaði eina løtu av steypasensatión á Hoyvíksvølli, tí miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Fróði Pætursson Rasmussen, sum av brotsteigarsamankomingini í høgru og við fløtum skoti í handara síðunetið legði FC Hoyvík á odda.

 

Hetta gav av álvara heimaliðnum blóð á tonna, men favorittarnir í Víkingi vóru ikki meiri skelkaðir enn so, at teir undan steðginum javnaðu til 1-1. Málskjútti átta minuttir undan steðginum var Sølvi Vatnhamar eitt sindur úr vinstru og úr stuttari fjarstøðu, og tað var Signar á Brúnni, sum átti uppleggið.

 

Martin Klein Joensen hevði síðsta hálva tíman fleiri góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora eitt ella fleiri mál aftrat.

 

Í 64. minutti skifti venjarin hjá Víkingi fýra spælarar út. Veteranarnir Atli Gregersen, Jákup Johansen, Finnur Justinussen og eisini Áki Magnussen vóru skiftir inn.

 

Og næstu lítlu løtuna skoraði Víkingur tvey mál. Í báðum førum var tað innskifti Jákup Johansen, sum var málskjútti. Í fyrra førinum var tað Sølvi Vatnhamar, sum átti uppleggið, og í seinna førinum var tað 19 ára gamli innskifti Áki Magnussen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður, og sum í kvøld fyri fyrstu ferð var á besta liðnum hjá Víkingi.