Huawei framgongd hóast boykott

Huawei vaks um søluna og tvífaldaði avlopið í fjør

(Mynd: Benoit Tessier/Reuters)

Kinesiski tøkniframleiðarin Huawei hevði eitt gott ár í fjør, hóast fleiri vesturlendsk lond mæltu til at boykotta tøkni frá fyritøkuni.

 

Ritzau skrivar, at Huawei seldi fyri umleið 675 milliardir krónur í 2023, og tað var tíggju prosent meira enn árið fyri. Avlopið var umleið 83 milliardir krónur, og tað var tvífalt so stórt sum í 2023.

 

Miðilin CNBC skrivar, at serliga sølan av snildfonin Mate 60 Pro í Kina hevur stuðlað upp undir góða úrslitið.

 

– Hóast nógvar avbjóðingar hava vit megnað at vaksa. Álitið og stuðulin frá viðskiftafólkunum, samstarvsfeløgum og vinum kring heimin hevur hjálpt okkum, sigur Ken Hu, sum er formaður í Huawei.

 

Vesturlendsk lond við USA á odda hava mælt til at boykotta vørur frá Huawei, tí tey halda, at vandi er fyri njósning umvegis kinesisku tøknina. Í fjørsummar mælti ES til, at tøkni frá Huawei ikki varð brúkt í útbyggingini av 5G farnetinum í Europa. Í Føroyum var ætlanin at brúka Huawei tøkni í 5G útbygging, men hetta varð slept.

 

(Mynd: Benoit Tessier/Reuters)