Myndir: Hugtikin av listaverki hjá Tróndi

Í dag er seinasti dagur av drotningavitjanini

Margreta drotning og Tróndur Patursson við listarvermið í Eysturoyartunlinum. (Myndir: Álvur Haraldsen)

Hon hevur í morgun verið í kirkju í Fríðrikskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, biskpur, prædikaði. Hon hevur vitjað á Toftum, har hon millum annað vitjaði í Undirhúsinum har hon prátaði við menninar, ið javnan vitja har. Teir sungu fyri henni, og eisini var felagssangur.

 

Síðani fór hon í undirsjóvartunnilin, har hon skuldi skoða verkið hjá Tróndi Patursson í rundkoyringini í tunlinum. Verkið er ein dansiringur úr jarni kring soyluna í sjálvari rundkoyringini og tilhoyrandi ljóssapæl. Drotningin var sera hugtikin av listarverkinum, sum listamaður sjálvur heldur vera eitt tað besta, hann hevur gjørt.

 

Seinasta vitjanin hjá hennara hátign verður á Strondum.

 

##med2##

 

##med3##

 

Tað síðsta á skránni hjá drotningini er ein móttøka fyri innbodnum á Amtmansborgini í Havn í kvøld, har drotningin er vertur. Hetta er móttøka, sum skuldi havt veirð umborð á Dannebrog, ið sum kunnugt ikki kom til Føroya vegna maskintrupulleikar.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

Drotningin fer av landinum aftur í morgin.

 

Margreta drotning og Tróndur Patursson við listarvermið í Eysturoyartunlinum. (Myndir: Álvur Haraldsen)