Hvat fer at henda við City Burger?

City Burger, sum vit kenna tað, fer í søguna, og í staðin letur nýtt burgarastað upp – og sitróndressingurin verður varðveittur.

Vit øll kenna City Burger í Havn, og tey flestu hava helst roynt ella hoyrt um burgaran við sitróndressingi.

 

Men í alt ár hevur vælvitjaða burgarastaðið verið stongt. Spurningurin hevur í tí sambandi verið - hvat fer at henda við City Burger? 

 

Og tað hava vit fingið svarið uppá: City Burger, sum vit kenna tað, letur aftur.

 

Men eitt nýtt matstað letur upp í hølunum, har City Burger hevur hildið til síðan einaferð í 80'unum.

 

Navnið á nýggja staðnum verður Tasty Tórshavn, og nýggi eigarin er Ben Manai, sum eisini hevur matstøðini Tasty Hoyvík og Sentrum.

 

Hann skrivaði undir sáttmála við fyrrverandi eigara Áka Vang Poulsen í mars mánað. 

 

– Vit hava broytt alt har inni og eru í gongd við at mála og orðna tað síðsta nú. Vit vænta at lata upp um tríggjar vikur ella ein mánað, sigur Ben Manai.

 

Konseptið verður tað sama sum í Tasty Hoyvík, har man kann keypa pitsa, pitabreyð, nuggets og burgarar.

 

So eru tað nokk tey, sum hugsað: Åhnei, men hvat so við góðu gomlu burgarunum frá City Burger við sitróndressingi? 

 

– Vit fara at varðveita burgararnar og sitróndressingin. Uppskriftin var við í sáttmálanum. So tað fegnast vit um.

 

– Vit fara eisini at hava ymisk sløg av pasta og salatum, og vit fara eisini at hava opið frá klokkan 11 um dagin, sigur Ben Manai, sum gleðir seg at lata upp skjótt.

 

– Tað er ordiliga spennandi, sigur hann.

 

##med2##

 

##med3##