HVØR TALAR SØK BARNANNA Í FØROYUM?

- Røða hildin á Løgtingi 17. september 2024

 

Um tvær vikur verður enn eitt barn sent til Danmarkar á stovn. Ímóti sínum vilja. Ímóti tilmælunum frá fakkunnleikanum, tað er psykiatriin, Barnaverndartænastan og enntá Føroya Kærustovnur, og – meti eg – eisini í stríð við Barnarættindasáttmálan.

 

Orsøkin er sambært myndugleikanum, at vit ikki megna at taka okkum av barninum í Føroyum. Her er onki tilboð. Tað líkist ongum!

 

Hvørja verju hevur hetta barnið?

 

Vit viðgera í dag ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum eisini hevur virkað sum Barnaumboðsmaður í Føroyum síðani 2014.

 

Sum Umboðsmaðurin vísir á í ársfrágreiðingini, so hava Norðurlond skipað seg ymiskt, tá tað kemur til Barnaumboðsmannafunksjónina. Felags fyri stovnarnar er, at arbeitt verður út frá Barnarættindasáttmálanum hjá ST.

 

Trivnaðarnevndin hevur júst verið í Grønlandi, og vit vóru m.a. inni á gólvinum hjá Barnatalsfólkinum í Nuuk. Har er stovnurin skipaður sum ein talsfólkafunksjón, júst sum heitið sigur, meðan vit í Føroyum hava ein Barnaumboðsmann, sum er ein klaguinstansur, og tí ikki er eitt talsfólk.

 

Barnatalsfólk setast á stovn

 

Hvør talar søk barnanna? Eg veit ikki. Ger nakar? Barnaumboðsmaðurin í Føroyum hevur vanligar umboðsmannauppgávur: At vera óheftur eftirlitsstovnur, gera vart við síni sjónarmið umvegis niðurstøður og frágreiðingar eftir at hava viðgjørt ítøkiligar klagur ella verið á eftirlitsvitjan og harumframt at kunna børn um møguleikan at klaga til Umboðsmannin.

 

Hetta er juridiskt vaksnamannamál, sum flestu børn neyvan skilja eitt orð av.

 

Eg hugsi tí, at stundin er komin at eftirmeta skipanina við Barnaumboðsmanninum. Vit hava einmælt samtykt at seta á stovn eitt Brekumboð – sum nemliga ikki verður staðsett undir Løgtingsins Umboðsmanni, tí tað skal virka sum eitt talsfólk. Tað skal vera sjónligt í almenna rúminum og birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja rættindum hjá fólki, ið bera brek, sum tað stendur í lógini um Brekumboð.

 

Eg haldi vit eiga at umskipa Barnaumboðsmannin, so tað líkist Brekumboðnum – og børn veruliga fáa eina rødd í Føroyum. Fáa eitt umboð, sum sær heimin úr teirra perspektivi og talar teirra søk!

 

Brot á Barnarættindasáttmálan

 

Føroyar tóku undir við Barnarættindasáttmálanum hjá ST í 1993. Sáttmálin áleggur okkum sum land at leggja okkum í geyma, at “børn hava rætt til serliga umsorgan og stuðul”. Í §20 í sáttmálanum verða rættindini hjá børnum, sum verða sett heiman, lýst. Í stk. 3 stendur:

 

“Tá mett verður um møguligar loysnir, skal havast hóskandi fyrilit fyri, at ynskiligt er, at samanhang er í uppvøkstri barnsins og fyri tí tjóðfrøðiliga, átrúnaðarliga, mentanarliga og málsliga bakstøði barnsins.”

 

Allíkavæl senda vit framvegis ómyndig børn til Danmarkar á stovn. Til eitt fremmant land, við einari fremmandari mentan og einum fremmandum máli, sum børnini ikki altíð duga ella skilja.

 

Tað er bara so syrgiligt og óvirðiligt, at tað ikki kann lýsast við orðum! Vit mugu fáa skil á hesum. Ongantíð ov skjótt.

 

Liljan Weihe

Tingkvinna, Tjóðveldi