Hvussu menna vit Vágoy og fáa fleiri arbeiðspláss?

Hendan spurningin havi eg fingið ofta síðstu dagarnir.

 

Menning, lokalir møguleikar og arbeiðspláss skal vera sjálvsagdur partur av bygdar- og býarlívinum – eisini hjá okkum her vestri í Vágum.

 

BUSINESS VÁGAR

 

Tað er eingin ivi um, at bæði talentir og eldsálir finnast her vestri. Vit hava eittnú ment rógvara, Sverra Nielsen, sum er í heimsflokki og íðkar ítrótt á altjóða støði.

 

Afturat tí, at vit skulu verða opin fyri nýggjum hugskotum um vinnuligan framburð, er mítt hjartamál, táið tað kemur til at menna Vágar, at Businnes Vágar verður sett á stovn.

 

Við undirtøku frá til dømis kommununum her vestri, fyritøkum og einstaklingum kann Business Vágar gerast lykilin at koma út í heim. Hetta kundi verið ein menningarmøguleiki fyri okkara evnaríku fólk, hvørt tað snýr seg um handil, vinna, tøkni ella meira skapandi og kreativ yrki.

 

Alt er møguligt, og einki er ógjørligt – saman slóða vit fyri!

 

– Seinast vit her vesturi stóðu saman um tiltak, sum av álvara broytti fyritreytirnar fyri at búgva og virka í Vágum, var táið Vága Vinnufelag og Felagskommunan í Vágum gingu á odda fyri at fáa fast samband um Vestmannasund.

 

Læt Business Vágar verða tann næsta verkætlanin hjá okkum, og læt hesa verkætlan verða líka mæta sum okkara Vágatunnilin.

 

 

 

 

 

Við sjálvstýriskvøðum

 

Seti kross við Suna á Dalbø – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin

 

 

 

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

 

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/05/hvussu-menna-vit-vagoy-vid-fleiri-arbeidsplassum/