Í dag syrgir Noreg

Noreg minnist álopið á Utøya og í Oslo fyri 10 árum síðani

(Mynd: Ritzau Scanpix)

22. juli í 2011 er ein ræðuligur dagur í norskari søgu. Hendan dagin var eitt blóðugt álop gjørt á stjórnarbygningar í Oslo og á eina summarlegu á Utøya, sum liggur í Tyrifjørðinum í Noregi.

 

Átta fólk vórðu dripin í Oslo, og umleið 30 vóru særd.

 

69 fólk – nógv ungfólk – vórðu dripin á Utøya, umleið 60 vórðu særd.

 

Ymisk minnishald verða hildidn í Noregi í dag, og onkur vóru longu í gjár.

 

Norski forsætisráðharrin Erna Solberg helt í morgun røðu í Oslo, har hon tosaði um saknin, ørkymlanina og øðin tíggju ár eftir skakandi tilburðin.

 

– Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at vit stríðast ímóti haturstalu, rasismu og ekstremismu. Vit mugu ikki lata hatrið fáa frítt spæl, segði Erna Solberg.

 

 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)