Óneyðugur gangur, sum harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.
Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.
Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu avmarka ferðina sum mest, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.
Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.