Í ES stúra tey nú minni fyri afturgongd

Tað hevur verið ein drúgvur, myrkur vetur merktur av krígnum í Ukraina, inflatión og høgum orkuprísum. Men nú er stúranin minni fyri afturgongd í ES.

 

Tað metir ES nevndini.

Í gjár legði ES nevndin fram várforsøgnina, har tey í staðin meta um ein lítlan vøkstur bæði í ár og næsta ár.

ES nevndin væntar ein vøkstur upp á 1,0 prosent í 2023 og 1,7 prosent í 2024.

Samstundis verður væntað, at inflatiónin í ES fer at fella úr 9,2 prosent í 2022 til 6,7 prosent í 2023. Og í 2024 vænta tey, at støðið fer at liggja um 3,1 prosent.

Sambært leiðandi næstforfólkinum í ES nevndini, Valdis Dombrovski, so eru tey ovfarin av, hvussu sterkur búskapurin í ES er hóast russisku innrásina í Ukraina.

/ritzau/