Í morgin koyra elbussar í Havn

Hátíðarløta verður í Steinatúni í morgin 31. mai klokkan 11, har fólk eisini fáa høvi at royna nýggju elbussarnar hjá Bussleiðini í Havn

Tann 20. apríl í fjør varð nýggjur sáttmáli um bussleiðina undirskrivaður. Hann er galdandi frá januar í ár til og við desember 2031.

 

Avtalað varð tá at keypa 15 nýggjar dieselbussar og tveir nýggjar elbussar at reka bussleiðina við eftir 2023. Avtalað varð at koyra við elbussum á leið 4.

 

Og á býráðsfundi í apríl í fjør varð eisini samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast seinast í 2027.

 

Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini.

 

Samstundis sum grøna umleggingin er alneyðug at fremja, er tað eisini av størsta týdningi, at bussleiðin er ein støðugur og álítandi flutningsmøguleiki hjá flestu borgarum í kommununi.

 

Í sáttmálanum er tí dentur lagdur á at grøna umleggingin fer fram á so tryggum og skynsomum grundarlagi sum gjørligt. Tí verður á hvørjum ári samráðst um umlegging av enn fleiri leiðum frá diesel til grønari alternativ.

 

##mede2##

 

Hugnaligt tiltak verður í Steinatúni í morgin, mikudagin 31. mai kl. 11.00, tá ið teir fyrstu el- bussarnir fara at koyra í Tórshavnar kommunu. Havnar Hornorkestur fer at seta dám á løtuna við festligum horntónleiki kl. 10.45, og kl. 11 heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu.

 

Eftir hátíðarhaldið koyra el- bussarnir stuttar túrar til kl. 14.00, har fólk fáa møguleika at royna nýggju bussarnar.

 

Komandi mánaðirnir verða ein royndartíð. Verða trupulleikar kunnu dielselbusar setast inn í rutuna, men alt er gjørt fyri at royndin skal eydnast, soleiðis at komast kann víðari við stigvíst at leggja um frá diesel til grøna orku.