Í uppskoti til størstu virðisløn í Norðurlondum

Hon er í uppskoti fyri eitt yrkingasavn og eitt leikrit

Tað er greitt, at rithøvundurin, Marjun Syderbø Kjelnes er ein av rithøvundunum, sum eru í uppskoti til at fáa fremstu rithøvundaheiðursløn í Norðurlondum, nevniliga bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

 

Tilsamans eru 14 bókaverk í uppskoti til virðislønina, sum verður latin í sambandi við fund í Norðurlandaráðnum í Oslo tann 31. oktobur.

 

Talan er um bókaverk úr øllum londum, og øllum málum í Norðurlondum.

 

Marjun Syderbø Kjelnes er í uppskotið fyri yrkingarsavnið, Karmageitin og fyri leikin, Gentukamarið.