ID.4 – 100% elrikin bilur frá VW

VW eru í gongd við sína størstu umlegging nakrantíð, nú elbilar tey komandi árini skulu átaka sær tann týdningarmesta leiklutin hjá verksmiðjuni.

 

Ein av nýggjheitunum er VW ID.4, sum er ein rúmligur væl útgjørdur fult elektriskur familjubilur við nógvum væl umhugsaðum loysnum. Bilurin koyrir langt upp á løðingina og kann t.d. sleipa ein stóran viðfestisvogn.

Motorjournalistar eru samdir um at VW ID.4 er væleydnaður í síni konstruktión, eins og tøknin virkar sannførandi.  

Føraraplássið er einfalt og smart, har tær flestu funktiónir kunnu stýrast frá stóra skíggjanum í miðjuni á instrumentborðinum. Framman fyri bilføraran er eitt minni display, sum vísir ferðina á bilinum, hvussu nógv er eftir av løðingini og annað. Í øllum útgávunum er tráðleyst Apple CarPlay og Android Auto.

Bilførarin situr væl og hevur gott útsýni til allar síður. Eisini er gott pláss at leggja lutir frá sær millum forsetrini.

##med2##

Bilurin er útgjørdur við motorbremsu, har tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða bremsing. Allar útgávurnar hava fartpilot.

VW ID.4 hevur hitapumpu til upphiting av kabinuni, harvið verður brúktur minni streymur frá battarínum.

##med3##

ID.4 hevur tvær støddir av battaríum at velja ímillum, talan er um 52 kWh og 77 kWh. Minna battaríið røkkur upp til 343 km upp á eina løðing, meðan tað størra røkkur røkkur upp til 518 km. Saman við battarístøddunum variera elmotorarnir frá 148 hk til 204 hk.

Bilurin er eisini sera praktiskur. Talan er um ein 5-persónabil við góðum beinplássi til øll tey ferðandi í bilinum. Viðførisrúmið er 543 litrar, og við rygglenunum á baksetrunum niðri er vørurúmið heilar 1575 litrar.

VW ID.4 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík.  

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##