Ikki gjørt mær tankar um el-bil

- Enn eri eg ikki vísur í, um næsti bilurin verður ein el-bilur, sigur Bjarni Johansen 

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Vit hava ein Renault Arkana. 

Tað sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil? 

- Bilurin brúkar bensin. 

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Enn eri eg ikki vísur í, um næsti bilurin verður ein el-bilur. 

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Eg havi ikki gjørt mær stórar tankar um el-bilar. Kanska er tað battaríið, sum er størsta avbjóðingin enn, men tað fer helst at gerast betur við árunum sum koma, heldur borgarstjórin í Vágs kommunu. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.