Hitin á jørðini kann seta heimsmet í dag

Skulu vit trúgva veðurfrøðingunum, verður ikki minni hiti í Death Valley í Kalifornia í dag enn í gjár, tá hitin nærkaðist heimsmetinum.

Fríggjadagin varð hitin í Death Valley í Kalifornia máldur til 54,4 stig. Heimsmetið er 56,7 stig.

 

 

Fríggjadagin varð hitin í  Death Valley í Kalifornia máldur til 54,4 stig, og sambært veðurforsagnum er ikki líkt til, at hitin lækkar fyrr enn eftir vikuskiftið. Tískil verður mett, at hitin kann seta nýtt heimsmet.

 

56,7 stig er tað heitasta, sum nakrantíð er mált á jørðini. Tað var nevniliga hin 10. julli í 1913, at hitin í Death Valley í Kalifornia máldi 56,7 sig. 

 

Death Valley er ein dalur, sum er umleið 225 kilometrar langur, har lægsta punktið liggur 86 metrar undir vatnskorpuni. Í dalinum kann gerast sera heitt.

 

Mátingin og metið í 1913 er umstrítt, men tað stendur sum almenna hitametið í heiminum. Tað merkir, at hitin fríggjadagin, máldur í sama dali - 54,4 stig - nærkast heimsmetinum.

 

Útlendskir miðlar skriva, at mátingin seinasta fríggjadag nú verður kannað av heimsstovninum fyri veðurfrøði. Verður mátingin alment góðkend, er hetta trið mesti hiti, sum er máldur á jørðini, veit Newsweek at siga.

 

Skulu vit trúgva veðurfrøðingunum, verður ikki minni hiti í Death Valley í Kalifornia í dag. 

 

National Weather Service (NWS) í USA hevur spátt, at sunnudagurin - tað er dagurin í dag - verður hin heitasti í økinum í hesum umfari.

 

Almennu tølini fyri heitastu støðini í heimssøguni eru hesi:

 

1. 56,7 stig - Death Valley, Kalifornia (juli/ 1913)

 

2. 55,0 stig - Kebili, Tunis (juli/ 1931)

 

3. 54,4 stig - Death Valley, Kalifornia (16. august/ 2020) og (9. juli/ 2021)

 

4. 53,9 stig - Mitribah, Kuwait (juli/ 2016)

 

5. 53,6 stig - Turbat, Pakistan (mai/ 2017)

 

Juni mánaði í ár (2021) gjørdist heitasti juni mánaði í USA nakrantíð. Hetta vísa tøl frá National Oceanic and Atmospheric Administration (NOAA), sum hevur skrásett hita í USA í 127 ár.

 

 

 

Fríggjadagin varð hitin í Death Valley í Kalifornia máldur til 54,4 stig. Heimsmetið er 56,7 stig.