Ikki samd um at taka fleiri flóttafólk

Hóast meiriluta, so stendur Løgtingið ikki longur saman um at taka fleiri flóttafólk úr Ukraina

Tá Løgtingið undir seinastu samgongu samtykti at taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina var talan um eitt samt Løgting. Nú uppskot er í tinginum um at hækka talið til 250 er Løgtingið ikki samt longur.

Tá málið var til aðru viðgerð fyri løtu síðani atkvøddu samgogan saman við Beiniri Johannesen, Árna Skaale og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  og Jenis av Rana og Stefan Klein Poulsen úr Miðflokkinum fyri, meðan teir fýra sambandsmenninir, Bárður á Steig Nielsen, Erhard Joensen, Helgi Abrahamsen og Magnus Rasmussen atkvøddu ímóti at hækka talið av flóttafólkum úr Urkaina.

Blankt atkvøddu Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum saman við Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum.

Málið verður uttan iva samtykt, tá tað kemur til 3. viðgerð, tí øll samgongan tekur undir við tí saman við Miðflokkinum og helminginum av Fólkaflokkinum. Tað er heldur ikki óvanligt, at tingfólk, sum hava atkvøtt ímóti ella blankt skifta støðu til 3. viðgerð. Í øllum førum stendur púra greitt, at málið verður samtykt. Men í dag hevur tað ikki somu breiðu undirtøku, sum tá Løgtingið gjørdi av á fyrsta sinni at taka ímóti flóttafólki.

 

Soleiðis fullu atkvøðurnar í Løgtinginum:

 

##med2##

##med3##