Illgruni um at kvinna varð filmað í skiftirúmi

Løgreglan arbeiðir við einum máli, har illgruni er um, at onkur hevur sníkt seg at taka myndir av eini kvinnu

Løgreglan arbeiðir við einum máli, har illgruni er um, at onkur hevur sníkt seg at filma eina kvinnu, sum var og keypti sær klæðir í einum handli í Havn.

 

Tilburðurin fór fram týsdagin og nú er hann endaður á borðinum hjá løgregluni. Løgreglan sigur, at talan er um eina kvinnu, sum var í einum handli og keypti sær klæðir.

 

Tá ið hon fór inn í skiftirúmið at passa klæðini, fekk hon illgruna um, at onkur stóð uttan fyri og tók hana upp á video ígjøgnum forhangið til skiftirúmið.

 

Viðkomandi, sum filmaði hana, slapp sær til rýmingar, so løgreglan veit ikki, hvør tað er. Men tey kanna málið og í hesum sambandi verður eisini hugt eftir vakmyndatólunum í handlinum.

 

Løgreglan sigur, at tað er ólógligt at taka myndir av fólki, uttan at tey vita av tí, men í førum sum hesum eru reglurnar serliga strangar, tí her er talan um blúnisbrot. Revsingin verður so ásett eftir, hvussu álvarsligt blúnisbrot, talan er um.

 

Er talan um persón undir 18 ár, kann talan eisini verða um barnaporno.

 

Men løgreglan ávarar eisini um, at tað somuleiðis ólógligt at deila slíkar myndir á internetinum.

 

Og tey siga, at skuldi myndir, ella filmsbrot, farið í umferð, sum minna um eina kvinnu, sum stendur og passar klæðir í einum handli, er tað eitt mál, sum løgreglan arbeiðir við. Og tí verður heitt á fólk, sum fáa slíkar myndir sendandi, um at gera vart við seg.