Í lógini um kringvarp er ásett, at Kringvarpið er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Stovnurin verður stjórnaður av stýri við sjey limum, sum landsstýriskvinnan tilnevnir fyri fýra ár í senn.
Virksemið hjá Kringvarpinum verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðarinntøkum, inntøkugevandi eydnuspølum og stuðli sambært nærri ásettum treytum.
Frá 1. januar 2016 varð farið frá at krevja kringvarpsgjald frá húskjum til at krevja eitt mánaðargjald frá einstaklingum, ið hava fulla skattskyldu í Føroyum. Virki, stovnar o.o. rinda kringvarpsgjald eftir samlaðu árligu lønarútgjaldingunum.
TAKS krevur kringvarpsgaldið inn fyri Kringvarp Føroya.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum eru samlaðu inntøkurnar hjá Kringvarpinum framroknaðar at vaksa við 7,8 mió. kr. í 2025. Tað kemst serliga av, at persónar gjalda 20 kr. meira um mánaðin í kringvarpsgjaldi frá 1. juni 2024, og at gjaldið verður prístalsjavnað árliga við 2%.
Samlaðu útreiðslurnar hjá Kringvarpinum í 2025 vaksa við sáttmálabundnum lønarhækkingum og príshækkingum annars, og fyri at hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur er javnt og samt neyðugt at tillaga raksturin, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.