Iranska stjórnin á kreppufundi

Sambært tíðindastovuni NTB verður stúrt fyri, at bæði forsetin, Ebrahim Raisi og uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, hava latið lív í tyrluvanlukku.

 

 

Varaforsetin í Iran, Mohammad Mokhber, leiddi í kvøld ein kreppufund í iransku stjórnini, eftir at ein tyrla við landsins forset og landsins uttanríkisráðharra eftir øllum at døma er dottin niður.

 

Iranskir miðlar skriva ikki, at tyrlan beinleiðis er dottin niður, men at hon hevur "krasj-lent", sum tey rópa tað.

 

Á stjórnarfundinum í kvøld setti varaforsetin nýggj tiltøk í verk í bjargingarátakinum. Tað upplýsir statsriknað tíðindastovan í Iran, Irna.

 

Sum fyrsti varaforseti, er tað Mohammad Mokhber, sum tekur við forsetaembætinum, um tað vísir seg, at landsins forseti, Ebrahim Raisi, er deyður í vanlukkuni.

 

Sambært tíðindastovuni NTB verður stúrt fyri, at bæði forsetin, Ebrahim Raisi og uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, hava latið lív í tyrluvanlukkuni.

 

Fyrr í kvøld visti Reyði Hálvmáni í Iran, sum svarar til Reyða Kross, at siga, at tyrlan enn ikki er funnin, tó at statsriknir iranskir miðlar vildu vera við, at tyrlan er funnin.

 

Hetta visti tíðindastovan, Reuters, at siga fyrr í kvøld.