Ísland hevur sera gott úrslit við fýra daga arbeiðsviku

86 prosent av arbeiðsmegini í Íslandi eru longu farin niður í tíð ella hava fingið rættin til tess eftir nýggja gransking

Ein roynd í nøkur ár við fýra daga arbeiðsviku í Íslandi hevur verið so ómetaliga væl eydað, at meginparturin av arbeiðsmegini nú arbeiðir minni.

 

Tað vísir nýggj frágreiðing, sum bretska tankasmiðjan Autonomy og íslendska felagið fyri burðardygt fólkaræði sambært BBC.

 

Royndirnar vórðu gjørdar millum 2015 og 2019. Arbeiðsfólk fingu somu løn fyri at gera sama arbeiði upp á færri tímar.

 

Úrslitið var, at framleiðslan var tann sama á teimum flestu arbeiðsplássunum, sum vóru við í royndunum, meðan hon á nøkrum arbeiðsplássum enn tá hækkaði.

 

Royndin, sum stjórnin og býráðið í Reykjavík skipaðu fyri, fevndi um 2500 arbeiðsfólk. Tað svarar til umleið eitt prosent av arbeiðandi fólkinum í Íslandi.

 

Nógv teirra fóru frá at arbeiða í 40 tímar fimm dagar um vikuna til at arbeiða millum 35 og 36 tímar fýra dagar um vikuna.

 

Tað førdir sambært granskarunum handan kanningina til, at arbeiðsfólkini kendu seg minni stressað og í minni vanda fyri at brenna út. Nógv søgdu eisini, at heilsan og býtið millum arbeiðs- og privatlív var vorðið betri.

 

Úrslitini fingu síðani fleiri av størstu fakfeløgunum í Íslandi til at endursamráðst um sáttmálarnar, og í dag eru 86 prosent av íslendsku arbeiðsmegini annaðhvørt farin at arbeiða stytri arbeiðsviku fyri somu løn ella á veg til tess.

 

Will Stronge, sum er granskingarleiðari hjá Autonomy, sigur sambært BBC, at royndin upp á allar mátar var sera væl eydnað.

 

– Hon vísir, at almenni geirin er búgving til at ganga á odda fyri stytri arbeiðsviku. Aðrar stjórnir kunnu læra av hesum, sigur hann.

 

Fýra daga arbeiðsvika eru longu nakað, sum fleiri virki gera royndir við í Danmark, í Spania og í New Zealandi, har tey eisini kanna møguleikarnar.

 

Fleiri frágreiðingar hava fyrr róð framundir, at stytri arbeiðsvika eisini fer at føra til minni útlát av CO2.

 

/ritzau/