Ísland setti tvey málmet í HM-endaspælinum

Ongantíð áður hava íslendingar havt eitt hægri málsnitt í einum HM-endaspæli

Íslendingar hava tikið samanum HM-endaspælið í manshondbólti, har teir endaðu á einum 12. plássi.

 

Íslendingar leiktu seks dystir. Teir vunnu fýra og taptu tveir dystir. Samlaði málmunurin í teimum seks dystunum var 207-183.

 

Tað er eitt gjøgnumsnitt upp á 34,5 skotin mál pr dyst, ið er tað mesta nakrantíð hjá Íslandi í einum HM-endaspæli.

 

Talan er um eitt gjøgnumsnitt upp á 30,5 mál pr dyst, ið eru skoraði móti Íslandi. Tað er eisini tað mesta nakrantíð hjá Íslandi í einum HM-endaspæli.

 

Hetta hevur handbolti.is roknað seg fram til við at samanbera við undanfarin HM-endaspøl.