Íslendski Særif SH er nú føroyskur

Nýggi báturin hevur egningamaskinu. Við Líðhamri hava teir egnt í landi.

 

Íslendingar hava bæði bygt trolbátar úr stáli til Føroya, og íslendskir glastrevjabátar eru eisini seldir til Føroya.

Nú veit íslendskur miðil at siga, at slakar 15 metra langi báturin, Særif SH, er seldur til Klaksvíkar.

Sambært miðlinum kemur báturin í føroyska útróðrarflotan ístaðin fyri gamla Líðhamar, sum er bygdur úr eik í 1947.

Nýggi báturin hevur egningamaskinu. Við Líðhamri hava teir egnt í landi.

Tað er partafelagið P/F EFHO, sum eigur Líðhamar, og felagið eigur eisini línuskipið, Jákup B.

Nýggi báturin fær navnið Líðhamar KG 606.

Íslendski miðilin veit at siga, at gamli Líðhamar er 23 metrar langur. 

 

Føroysku eigararnir hava eisini keypt nakað av útgerð í Íslandi, skilst.

 

Tað er heimasíðan - http://aflafrettir.com - sum ber hesi tíðindi.