Itamar Ben-Gvir, sum er ísraelskur ráðharri í trygd tjóðarinnar, er í kvøld fluttur á sjúkrahús.
Hetta hendi eftir eitt ferðsluóhapp, sum hann var partur av.
Sum skilst á útlendskum miðlum, eitt nú ísraelsku ávísini, Haaretz, hevur ráðharrin ikki fingið stórar løstir.
Ísraelska løgreglan upplýsir, at umstøðurnar kring ferðsluóhappið í kvøld nú verða kannaðar.
Dóttir Itamar Ben-Gvir, ein trygdarvørður og bilførarin fingu eisini løstir í ferðsluóhappinum.