Italia er vinnari av EM

EM 2020: Italia vann eftir brotssparkskapping á Onglandi

Fyri fyrstu ferð síðani 1968 hevur Italia vunnið EM. Tað gjørdu teir við at vinna finaluna á Onglandi eftir brotssparkskapping. Tað var 1-1 eftir vanliga og eftir longda leiktíð. Ongland brendi trý brotsspørk í brotssparkskappingini.

 

Ongland fekk eina dreymabyrjan, tá Luke Shaw skoraði longu aftaná tveir minuttir. Gareth Southgate, enskur landsliðsvenjari, hevði skift til fimm í verjuni og tað vóru vongbakkarnir, ið áttu málið. Kieran Trippier við innlegginum úr høgru, og Luka Shaw við neyva skotinum úr vinstru.

 

Eftir hetta tók Italia yvir og longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki sá út til, at Ongland ætlaði at verja sigurin heim. Teir vardu við øllum og lótu Italia hava bóltin meginpartin av tíðini. Tað gekk illa hjá italiumonnum at umseta yvirvágina til málmøguleikar.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Italia útjavnandi málið. Tað kom eftir hornaspark í høgru. Innfyri var miðverjin, Leonardo Bonucci, fyrstur á ein retur, sum rakti stongina. Eftir útjavnandi málið var Italia omaná, men sum heild vóru fáir vandamiklir málmøguleikar.

 

Tað endaði við 1-1 og tí varð farið til longda leiktíð. Her mundi Italia hava munin í fyrra hálvleiki, meðan Ongland hevði munin í seinna hálvleiki. Orkan fór úr spælinum og bestur á vøllinum var dómarin, Björn Kuipers. Hollendarin hevði gott skil á troyttu spælarunum.

 

Í brotssparkskappingini kom Ongland best frá byrjan, tá Jordan Pickford bjargaði brotssparkinum frá Andrea Belotti. Við støðuni 2-1 til Ongland í brotsspørkum gekk galið. Marcus Rashford og Jadon Sancho, sum blivu skiftir inn í 119. minutti, brendu. At enda brendi Bukayo Saka eisini og Italia stendur eftir sum vinnari av EM 2020 – sum also bleiv spælt í 2021.

 

EM-finalan:

 

Italia – Ongland 1-1 (0-1) 4-3 eftir br. kapping

 

0-1 Luke Shaw, 2

 

1-1Leonardo Bonucci, 67

 

Italia vinnur 3-2 upp á brotssparkskapping

 

Dómari: Björn Kuipers

 

Leikvøllur: Wembley (London)