Jóannesi, vininum, til minnis

Góðu tit, Jóna, Marjun, Hilmar, Ása og Annika. Tykkara saknur eftir pápa, mann, son og bróðir er størstur av øllum. Vit, ið kendu hann væl, sakna kæra vin okkara, Jóannes, sum alt ov tíðliga fór úr hesum heimi.

Tá vit saman stóðu við gravartromina hjá Jóannesi, baksaðist ein einsamallur ravnur uppi yvir okkum ímóti tráa útnyrðinginum. Tað var mestsum ov mikið súmbolskt. Tí tað var sum stríðsmann at fleiri sóu Jóannes. Eins og ravnin móti ættini. 

Í veruleikanum var Jóannes kortini als ikki stríðsmaður. Hann var vitborin maður, sum bara vildi hava viðurskiftini í rætt lag, sum samfelagsbúskaparliga er skilabest, grundað á vísindi og greiningar. Í hesum málum var hann heldur ikki radikalur. Alt tað Jóannes sum fakmaður vísti á, vóru púrasta vanlig hevd í samfelagsbúskapi.

Jóannes var skilagóður sum fáur. Hann var altíð ágrýtin at læra meira, eisini um tað hann longu vitsti. Hann dugdi at seta alt í rættan samanhang. Ongin av okkum búskaparfrøðingum dugdi sum hann alla breiddina í vísindini, heilt frá støddfrøðini og økonometriini, um mikrobúskap og makrobúskap og heilt fram til filosofiina. Hann hevði ikki bara tamarhald á breiddini, men kavaði eisini djúpari enn onnur í hvørt evni. Tí nutu vit øll gott av, at kunna banka á dyrnar hjá Jóannesi, til at fáa svar upp á okkurt torskilt mál, sum hann mestsum altíð dugdi at hjálpa okkum við. Næmingarnir nutu sama stuðul frá gávumilda lærara sínum.

Men hatta er alt tað eyðsýnda við Jóannesi, vininum. Tí umframt alt hatta bankaði eitt heitt hjarta í bróstinum á hesum unga manni, eg var so heppin at kenna í meira enn 20 ár. Vit funnu so avgjørt saman um felags fatan av búskapi, men fremst av øllum hildu vit saman um eina góða og rætta búskaparliga kós fyri fólkið í hesum samfelag. Hetta hildu vit saman um øll hesi tjúgu árini, uttan eitt einasta øvuga orð okkara millum. Hjá Jóannesi var stavnhaldi í øllum virki, at tað er vælferðin hjá fólki sum telur, og onki annað. Ikki alt størri avlop hjá fyritøkunum, ikki longd virkistíð hjá fyritøkum og vinnum, men bara vælferðin hjá fólkinum í landinum. Og soleiðis eigur púra vanlig búskaparfrøði at vera.

Men hansara frálíku eginleikar steðga heldur ikki her. Hetta kundi hann gera, uttan nakrantíð at gerast partur av ideologiskum ella politiskum kreddum. Tí var stavnhaldið altíð so snórabeint, og ongantíð veik hann frá síni kós av politiskum ella ideologiskum síðuvindi.

Tí var hann ikki stríðsmaður. 

Heldur beint tvørtur ímóti. Jóannes vildi hava alt at vera rætt, so sum tað eigur at vera. Men tað vóru nógv sum vildu stríðast ímóti. Bæði ideologiskir og politiskir stríðsmenn. Og so betaltu agentarnir fyri ríkastu feløg og fólk í landinum. Hetta vóru stríðsmenninir. Ikki Jóannes.

Tá mótstøðufólk stríddust ímóti, var Jóannes í víggi í munandi meira reinlyntum ørindum. Sjálvandi lá fólkaupplýsing honum nærmast, tá hann var í almennum orðaskifti. Ikki tí at hann vildi koma sær fram, men tí at fólk skuldu fáa røttu søguna at hoyra. Og her nærkast vit kjarnuni hjá Jóannesi. Tí hvør er rætta søgan? Veitst tú nakrantíð, at tú er tann ið røttu søguna veitst at siga? Satt at siga kom hann sær út í alment orðaskifti – ikki bara fyri at rópa sína søgu út í heimin – men kanska serstakliga tí at hann vildi hava mótstøðufólkini at sannføra hann um, at hann fór skeivur. At hann ikki hevði rætt.

Hetta er at vera trúgvur móti sannleikanum. At hava trygga grund undir tí, tú metir vera satt og rætt, men samstundis at lata tína niðurstøðu vera púra opna til at vera mótprógvað. Tá hann, oftast tolin og høviskur, var í almennum orðaskifti við minni høvisk mótstøðufólk, spurdi eg hví hann tímdi at brúka tíð og orku upp á slíkt. Tí at tað tóktist mær burturspilt. Men svarið var, at hann gjørdi tað, fyri at møta øllum hugsandi mótsøgnum, fyri at vita hvar ið veiku liðini í niðurstøðunum hjá sær vóru at finna. Fyri at royna hugmyndina í fríum orðaskifti. At bjóða sannleiksvirðinum av, so at tú meira ekkaleysur kannst tvíhalda um rættleikan í málinum.

Jóannes var tí nettupp ikki ravnurin. Hann var vorðin tjaldrið sum reiðraðist, og sum vildi hava frið og rætt at valda í fuglanna heimi. Jóannes var altíð av fittastu ungu monnum, men tá hann fann saman við Marjun og tey síðani fingu Jónu, kom eitt annað milt brá yvir Jóannes. Saman við teimum hann elskaði mest hvíldi hann, og kundi fara undir tað, sum skuldi vera hansara lívsverk: føroysk útbúgving í búskaparfrøði á universitetsstigi. Fróðskaparsetrið, lærarar og næmingar í búskaparfrøði eru honum æviliga takksamir fyri, at hann legði dygga grund undir verkið, sum tey nú laga omaná.

Eg var so heppin at hava hann sum góðan vin og trúgvan lagsbróðir í meira enn tjúgu ár. Vinalag okkara var borið og tilevnað í áralangari sóknan eftir meira røttum og almannagagnligum loysnum í samfelagsmálum. Vinirnir eru nógvir á langari lívsleið, men tey vinabond tú knýtir í víggi, eru tess tættari tvinnað og tess fastari heft. Atsóknirnar hava verið mangar, og allar komu tær sum væntað, frá teimum sum høvdu mest at missa við tað, at samfelagið samanlagt vann meira.

Eg sakni so mín kæra, trúgva og vísa vin. Tað er ringt at vita sær, at Jóannes ikki er í heiminum longur. 

 

Hermann