Jarnbardur setti tingini upp á pláss

6-mannafør kvinnur: Í heimasjógvi megnaði Sølmundur einki at gera við bátin hjá Róðrarfelagnum Knørri

Fyri einari viku síðani var tað við framúr endaspurti, at Sølmundur við kvinnum tók Jarnbard og vann óvæntaðan sigur á Skála.

 

Í dag vóru kvinnurnar í Kappróðrarfelagnum NSÍ á heimasjógvi, men tær megnaðu ikki at endurtaka sigurin fyri einari viku síðani.

 

Fyrstu hundrað metrarnar vóru Sølmundur, Jarnbardur og Víkingur stavn um stavn. So stakk Jarnbardur seg framum, og tað var heilt skjótt, at Jarnbardur róði frá Sølmundi, og fjarstøðan vaks støðugt.

 

Merkisvert var tað, at tær á Jarnbardi róðu væl títtari, enn tær á Sølmundi, og tað var sjón fyri søgn, at tøkini hjá Jarnbardi royndust væl betur, enn tey gjørdu hjá teimum umborð á Sølmundi.

 

Tá ið bátarnir fóru um málið var Jarnbardur tað mesta av trimum bátslongdum undan Sølmundi, sum var tvær bátslongdir undan Víkingi hjá Havnar Róðrarfelag.

 

 

 

 

1

 
 

Jarnbardur

 
 

05:39.27

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

2

 
 

Sølmundur (NSÍ)

 
 

05:46.12

 
 

6

 
 

0

 
 

0

 
 

3

 
 

Víkingur

 
 

05:51.12

 
 

5

 
 

0

 
 

0

 
 

4

 
 

Tvørabáturin

 
 

06:28.37

 
 

4

 
 

0

 
 

0

 
 

5

 
 

Tindur

 
 

06:55.15

 
 

3

 
 

0

 
 

0