Jarnbardur verður ikki tikin

6-mannafør kvinnur: Sølmundur vann akkurát kappingina um næstfyrsta plássið

Jarnbardur er tann báturin, sum í kappingunum millum gentur og kvinnur hevur vunnið nógv mest.

 

Í dag vann Jarnbardur mest sannførandi sigurin higartil í ár. Jarnbardur sprakk avstað, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.

 

Sølmundur misti beinanvegin Jarnbard úr eygsjón, og fram ímóti málinum endaði Sølmundur í spennandi kapping um næstfremsta plássið.

 

Ta kappingina vann Sølmundur akkurát ímóti Víkingi hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Men Jarnbardi stóð eingin kurl í dag, og tað er óhugsandi, at nakar fer at megna at bjóða Jarnbardi av í trimum teimum seinastu kappingunum. Jarnbardur var meiri enn fýra bátslongdir undan tveimum teimum næstu, tá ið blái báturin fór um málið.

 

1Jarnbardur05:09.43700
2Sølmundur (NSÍ)05:20.28600
3Víkingur05:20.41500
4Páll Fangi05:39.11400
5Tindur06:00.11300