Javnaðarflokkurin, hvordan har du det?

Javnaðarflokkurin flaggar og reypar um tolsemi, líkarætt og kærleika. Tí er lagamanni at spyrja, hvussu útynnir Javnaðarflokkurin tolsemi og kærleika mótvegis jødum og tí ísraelska fólkinum

Kristianna Winther Poulsen, politikkari fyri Javnaðarflokkin, heitir í lesarabrævi á Løgmann um at steðga sendistovu Føroya í Ísrael. Gylta høvi var, sambært henni, at júst tá varð leitað eftir nýggjum sendifólki, og tað var ikki neyðugt, heldur hon. Nei, lat sendistovuna aftur.

 

Sendistova Føroya lat upp fyri 7 mánaðum síðan, men hátíðarhaldið hevur, vegna korona, ikki verið. Lukkuliga hava vit nú sett sendimann, og ein sera dugnaligan.

 

Javnaðarflokkurin flaggar og reypar um tolsemi, líkarætt og kærleika. Tí er lagamanni at spyrja, hvussu útynnir Javnaðarflokkurin tolsemi og kærleika mótvegis jødum og tí ísraelska fólkinum. Hendan mótstøðan frá Javnaðarflokkinum til Ísrael, tykist ikki at verða politikkur, men hatur. 

 

Einasta demokrati í Miðeystri er í Ísrael og einasta landið í Miðeystri har arabarar og ísraelar stjórna saman er í Ísrael! Er hetta ikki eitt land Javnaðarflokkurin hevur rúmligheit fyri? Hvussu kann Javnaðarflokkurin so hava rúm fyri teimum mongu føroyingunum - trúgvandi ella ikki - sum stuðla Ísrael?

 

Tað er eingin ivi um, at Sendistova Føroya í Ísrael er ein av politisku sigrunum hjá Miðflokkinum. Munurin á realpolitikki og symbolpolitikki er, at realpolitikkur hevur verulig úrslit at vísa á. Longu nú verður eitt tveysiffra tonsatal av laksi útflutt til highend matstovur í Ísrael ... wait for it ... um vikuna!!! Føroyingar hava luttikið í inovatiónsskeiði og umleið 30 føroyskar fyritøkur hava boða frá luttøku til hátíðarhaldið í oktober.

 

Næsta sendistova Føroyar lata upp, eigur at verða í Washington.

 

At enda. Sum Kristianna sjálv skrivar, tó við nakað av umskriving: "Tað er lætt at fáa eyga á fleiri fyrimunir og vinning fyri fólk og vinnulív í Føroyum av at lata sendistovu upp í Ísrael. Og vit eiga at brúka pengar uppá hesa sendistovu."

 

 

 

Ólavur í Geil,

 

skrivari í Miðflokkinum