Jens Marni er víðari til finaluna

Team Bryan Adams verður nú bara mannað av føroyska sangaranum.

Tað gekk sera væl hjá Jens Marna Hansen í semifinaluni í DR-sangkappiningini Stjerneklar í kvøld. 

 

Hann var partur av Team Bryan Adams, og teir tríggir sungu lagið "Run To You". Tað gekk stak væl, og Jens Marni Hansen bleiv róstur til skíggjað av dómaranum Barbaru Moleku. Hon heitti á áskoðararnar um at atkvøða fyri føroyinginum.

 

Tað var nevniliga bara ein av teimum trimum, sum slapp víðari til finaluna. Og har var Jens Marni Hansen tann, sum áskoðararnir valdu.

 

Finalan verður næsta fríggjakvøld, og tá skulu Jens Marni Hansen og hinir finalistarnir einsamallir á pall.

 

##med4##

 

Tá hann fekk boðini um, at hann var víðari til finaluna.

 

##med3##

 

##med2##