Jens Marni í finaluni í Stjerneklar í kvøld

Tað er í kvøld klokkan 19, at avgerðin fellir, um Jens Marni Hansen kann fara avstað við sigrinum

Í øllum førum er hann ein av finalistunum í sangkappingini Stjerneklar hjá Danmarks Radio.

 

– So er tað finalan í Stjerneklar í kvøld klokkan 19, har eg enn einaferð hava fingið heiðurin at syngja Bryan Adamns sang. Vóni at tit atkvøða fyri mær, skrivar Jens Marni Hansen á Facebook.

 

Til ber at atkvøða fyri Jens Marna Hansen við at skriva ba og senda til 1212.

 

– Og tað ber til at atkvøða seks ferðir!

 

Sendingin fer í luftina klokkan 19 føroyska tíð á DR1, og til ber at fylgja við á netinum HER.