Jóannes á Váli 70 ár

Í gjár, mánadagin 17. oktober, fylti Jóannes á Váli 70 ár. Hann rekur egið virki, og hann hevur verið og er framvegis sera virkin í sangi og tónleiki.

 

Jóannes varð føddur í Klaksvík, har hann vaks upp. Foreldrini vóru Anna, sum var ættað úr Havn og vaks upp í Norðradali, og Líggjas á Váli, sum var svínoyingur.

 

Jóannes var tann frumborni hjá Annu og Líggjasi, og hini systkini eru Charlotta (1954), Ólavur (1955) og Brita (1958). Ólavur doyði í 2005, og hini trý búgva øll í høvuðsstaðnum.

 

Longu í 1971 fór Jóannes niður til Keypmannahavnar at lesa á handilsháskúlanum. Hann giftist í 1973 við Eyðvør, dóttir Elly og Petur Djurhuus. Tey fluttu síðst í fimmtiárunum úr Vági og til Havnar at búgva.

 

Eyðvør og Jóannes eiga tvær døtur. Súsannu og Kristinu. Súsanna er gift Trygva Vang av Glyvrum. Tey búgva í høvuðsstaðnum og eiga trý børn – Jóannes, Almu og Heina. Kristina er gift Pæturi í Skemmuni úr Porkeri. Tey búðu í fleiri ár í USA, og nú búgva tey á Eiði. Tey eiga dóttrina Eyðrið.

 

Longu áðrenn tey í 1981 fluttu heim úr Danmark, tók Jóannes við starvi í Esso, har hann var stjóri, inntil hann fór í starv sum fíggjarstjóri og seinni saman við Óla Hammer stjóri í Smyril Line. Hetta var, tá ið lunnar vórðu lagdir undir siglingina við Norrønu. Baksið var stórt, og brotasjógvarnir nógvir, men í dag fegnast vit øll um, at Norrøna framvegis er okkara sjóvegis samband til Íslands og Danmarkar.

 

Nú eigur og rekur Jóannes egið virkið.

 

Altíð og alla staðni, har Jóannes hevur verið, hevur hann – saman við familjuni, dupultkvartettini, sangkórinum í Ebenezer og øðrum kórum – við sínum spakføra og vinnandi verumáta verið við til at seta dám á við góðu sangrøddini og serliga fínu evnunum at spæla orgul og klaver. Hann spælir undir til felagssangin í Ebenezer, og tað er so ofta, at Jóannes saman við familjuni og sangvinunum møtir upp og stuðlar, um tað so er í sambandi við gleði ella sorg.

 

Góði Jóannes skyldmaðurin. Hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum og takk fyri gott vinalag og góðar løtur í hugnaliga heimi tykkara undir Kerjum og á ferðum bæði her heima og uttanlands. Vit gleðast saman við Eyðvør og tær um lívið og lívsins signingar og um, at tit saman við tykkara kæru hava møguleika at halda stóra dagin í heitari londum.                                        Jóannes Hansen