Joe Biden vísir aftur at senda F-16 flogfør til Ukraina

Meðan USA vísir hugskotinum aftur um at senda F-16 flogfør til Ukraina, sigur Frankaríki, at einki er útilokað

 

Joe Biden, forseti, sigur, at USA fer ikki at senda stríðsflogfør til Ukraina. her sæst hann fyrr í dag í Baltimore í statinum Maryland. - Foto: Drew Angerer/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, ger greitt, at USA fer ikki at senda F-16 jagaraflogfør til Ukraina.

– Nei, svarar hann, tá tíðindafólk í Hvítu Húsunum í dag spurdu hann, um hann er fyri at senda stríðsflogfør til Ukraina.

Biden sigur samstundis, at hann hevur ætlanir um at vitja Pólland, men at dagfestingin enn ikki er greið.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Boðini koma, eftir tað um vikuskiftið vóru frágreiðingar um, at Ukraina eftir øllum at døma ynskir at fáa F-16 stríðsflogfør frá sínum sameindu.

Leygardagin vísti ukrainska flogvápni aftur eini frá greiðing frá spanska blaðnum El País, um at Ukraina eftir øllum at døma ynskir sær tvær eskadrillur við hvør sínum 12 flogførum, helst av slagnum Boeing F-16.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Í eini fráboðan segði ein talsmaður fyri ukrainska flogvápni Yuri Ihnat, at viðmerkingar hansara á einum tíðindafundi dagin fyri vóru skeivt tulkaðar.

– Ukraina er bara á einum støði, har tað samráðist um flogfør. Snið og tal er í løtuni við at verða avgjørt, sigur hann við ukrainska miðilin Babel sambært Reuters.

Á tíðindafuninum setði Ihnat, at F-16 flogfør kunnu vísa seg at vera besti møguleikin fyri einum jagaraflogfari til at koma í stsaðin fyri tey flogførini, sum Ukraina hevur, ið eru frá sovjetttíðini.

Fyrr í dag segði franski forsetin, Emmanuel Macron, at hann ikki vildi útiloka at lata stríðsflogfør til Ukraina.

Hann ávaraði tó í somu syftu ímóti eini eskalering av stríðnum.

– Í prinsippinum er einki útilokað, segði hann sambært AFP eftir samrøðu við hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte.

Bara fáar dagar eftir at tey sameindu hjá Ukraina høvdu lovað stríðsvognar til kríggið ímóti Russlandi, biður landið nú um meira avanserað vápn.

Macron vil tó seta nakrar treytir, áðrenn hann fer at taka avgerð um møguleika veiting av stríðsflogførum.

Hesar treytir súgva seg millum annað um, at Ukraina fyrst skal seta fram eina áheitan, og at eitt møguligt vápin »ikki fer at vera eskalerandi«.

Eins og Joe Biden hevur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, víst aftur, at Týskland fer at senda stríðsflogfør til Ukraina.

/ritzau/

 

Joe Biden, forseti, sigur, at USA fer ikki at senda stríðsflogfør til Ukraina. her sæst hann fyrr í dag í Baltimore í statinum Maryland. - Foto: Drew Angerer/Ritzau Scanpix