Jørgen og Heðin fara at fundast um náttarkoyring

Landsstýrismaðurin og borgarstjórin eru báðir sinnaðir at finna semju um koyringina av gróti frá Sandoyartunlinum til Runavíkar

Náttarkoyringin við gróti frá Sandoyartunlinum ígjøgnum Havnina til Runavíkar er steðgað. Tórshavnar kommuna hevur sett forboð fyri hesari koyring, tí hon órógvar náttarfriðin í høvuðsstaðnum.

 

Avleiðingin av forboðnum verður, at Sandoyartunnilin fer at dýrka og verður seinkaður. Rokningin fyri hetta endar í landskassanum.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú at taka stig til at finna eina semju við Tórshavnar kommunu um koyringina.

 

Jørgen Niclasen segði í dag við Kringvarpið, hann fer at bjóða borgarstjóranum í Havn til fundar í hesi vikuni fyri at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við.

 

Heðin Mortensen tekur ímóti innbjóðingini og sigur við Kringvarpið, hann er sinnaður at finna eina haldbara loysn á trupulleikanum.