Tað var lyklauppgerð í Gundadali í dag í kappingini um at sleppa undan at vera hótt av niðurflyting.
HB, sum ongantíð vann í fyrsta triðingi av kappingini og hevur tvey stig, hevði vitjan av KÍ, sum undan dagsins dysti í Gundadali var á áttanda plássi við 11 stigum.
KÍ vann í dag fyri aðru ferð ímóti HB í Gundadali. 27. apríl og í sjeynda umfari vann KÍ 2-0, og í dag vann KÍ 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
Tá ið KÍ 27. apríl vann 2-0, skoraði 18 ára gamli Jóhan Josephsen bæði málini, og í dag hevði Jóhan Joesphsen skorað tvey mál, tá ið ein hálvur tími var farin. Besta liðið hjá KÍ fer ikki út á Skála fyrr enn týskvøldið. Tí lá tað væl fyri hjá Jóhan Josephsen at fáa dystarvenjing í dag. Hann var á vøllinum alla tíðina.
Silas Gaard staðfesti 3-0 KÍ sigurin, tá ið tað restaðu 10 minuttir. Hetta var fyrsta málið í 1. deild í ár hjá Silasi Gaard, sum hósdagin hevur 20 ára føðingardag.
Um eina viku fær KÍ vitjan av TB, sum mánadagin í hesi vikuni hevði 122 ára stovningardag og er elsta ítróttarfelag í Føroyum, og HB fær vitjan av Víkingi.