Johan skal verja OL gullið

Nú er tað greitt, at tveir føroyingar fara at taka lut í olympisku leikunum í Japan

Tað hevur leingi verið greitt, at Sverri Sandberg Nielsen verður ein av rógvarunum, sum í OL í Japan skulu kappast fyri at vinna gull og heiðursmerki til Danmark.

 

Í dag er tað vorðið greitt, at ein føroyingur aftrat fer at luttaka í OL.

 

Talan er um Johan á Plógv Hansen, sum í dag fekk boð um, at hann er ein av teimum 14, sum danski landsliðsvenjarin í hondbólti, Nikolaj Jacobsen, hevur kosið at umboða Danmark í hondbólti.

 

Tað hava verið 19 spælarar, sum hava kappast um tey 14 plássini, og í dag kunngjørdi venjarin, hvørjir tríggir av hesum 19 nú skulu fara til hús, hvørjir 14 skulu spæla í Japan, og hvørjir teir báðir eru, ið skulu við til Japan sum eykamenn.

 

27 ára gamli Johan á Plógv Hansen er annar av vongspælarunum í høgru. Hin er veteranurin Lasse Svan. Á vonginum í vinstru er bara ein spælari. Tað er Magnus Landin.

 

 

 

  • Niklas Landin, Kiel
  • Kevin Møller, FC Barcelona
  • Magnus Landin, Kiel
  • Magnus Saugstrup, Aalborg
  • Lasse Svan, Flensburg-Handewitt
  • Henrik Møllgaard, Aalborg
  • Mads Mensah Larsen, Flensburg-Handewitt
  • Henrik Toft Hansen, Paris Saint-Germain
  • Mikkel Hansen, Paris Saint-Germain
  • Morten Olsen, GOG
  • Johan Hansen, Hannover-Burgdorf
  • Lasse Andersson, Füchse Berlin
  • Jacob Holm, Füchse Berlin
  • Mathias Gidsel, GOG

 

 

 

Eykamenn

 

  • Emil Jakobsen, GOG, 15. maður
  • Simon Hald, Flensburg-Handewitt, 16. maður

 

 

 

Skráin hjá Danmark

 

24. juli   Danmark – Japan

 

26. juli Egyptaland – Danmark

 

28. juli Danmark – Bahrain

 

30. juli Portugal – Danmark

 

1. august Danmark – Svøríki

 

3. august Fjórðingsfinalur

 

5. august Hálvfinalur

 

7. august OL finala

 

 

 

Í 2016 vann Danmark OL finaluna 28 – 26 ímóti Fraklandi í Rio. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Danmark vann gull í OL hondbólti fyri menn. Nú er setningurin hjá Johan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara at kappast fyri at endurvinna gullkrónurnar.