John Frederiksen er fríttstillaður í Raith Rovers

Føroyski framherjin er fríttstillaður í skotska Raith Rovers

Føroyski framherjin, John Frederiksen, er fríttstillaður í skotska Raith Rovers. Tað boðar felagið frá í stuttum tíðindaskrivi.

 

- Vit kunnu vátta, at John Frederiksen er loystur úr sáttmálanum við Raith Rovers. Partarnir eru samdir um at enda slíta samstarvið umgangandi. Vit ynskja at takka John fyri avrikini hesa tíðina og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar Raith Rovers.

 

John Frederiksen skifti til Raith Rovers í fjør. Hann hevur umboðað føroyska A-landsliðið og er 27 ára gamal.