- Eg eri sera glaður og stoltur fyri urið, og eg taki hetta sum eina viðurkenning fyri mítt starv á sjónum øll hesi mongu ár, sigur John F. Haraldsen. Myndirnar eigur Føroya Fiskimannafelag.

Fekk heiðursgávu fyri 55 ár á havinum

- Eg ætli mær at sigla so leingi, sum beinini orka at bera meg, sigur John Haraldsen, sum hevur verið sjómaður í 55 ár.

 

 

 

- Eg eri sera glaður og stoltur fyri urið, og eg taki hetta sum eina viðurkenning fyri mítt starv á sjónum øll hesi mongu ár, sigur John F. Haraldsen. Myndirnar eigur Føroya Fiskimannafelag.

Seinnapartin í dag hevur Føroya Fiskimannafelag handað John F. Haraldsen í Sandavági eitt flott lummaur. Maðurin, sum framvegis er virkin á sjónum, hevur verið sjómaður í samfull 55 ár, og tað er í hesum sambandi, at felagið hevur valt at heiðra mannin, sum fylti 70 ár hin 23. januar í ár.

 

- Eg eri sera glaður og stoltur fyri urið, og eg taki hetta sum eina viðurkenning fyri mítt starv á sjónum øll hesi mongu ár. Eg haldi eisini, at hetta er ein heiður fyri felagið. Tað er flott, at Føroya Fiskimannafelag velur at heiðra sjófólk á slíkan hátt fyri drúgva tænastu á sjónum, sigur hann.

 

John Haraldsen hevur seinastu árini siglt við Katrin Jóhonnu, og hann hevur verið við skipinum, síðan tað gjørdist heimahoyrandi í Vágum. Árið í fjør royndist væl, og hann leggur aftrat, at hann stórtrívist umborð, tí her er alt, sum ein familja, sum hann tekur til.

 

- Eg havi siglt, síðan eg var 14 ára gamal og var við Magnusi Heinasyni árini 1967, 1968 og 1969. Fyrst í sjeytiárunum var eg eitt stutt skifti við línuskipum, men samanlagt havi eg verið fleiri enn 50 ár við trolara, sigur John Haraldsen. 

 

Hann hevur eisini siglt við svenskum og donskum uppsjóvarskipum. 

 

##med2##

 

- Eg havi alt mítt arbeiðslív verið sjómaður, og eg dugi ikki annað. Um tíðin uppi á landi gerst ov drúgv, leita eyguni út aftur á hav, tí havið hevur verið so stórur partur av mínum lívi. Eg havi siglt sum dekkari og trolbassi, sigur hann.

 

Spurdur, hvussu leingi hann ætlar at vera sjómaður aftrat, nú árini eru vorðin sjeyti, sigur hann, at tað verður helst so leingi, sum beinini orka at bera hann.

 

- Eg havi verið eini 40 ár í uppsjóvarvinnuni, og nú eg eri við Katrin Jóhonnu og stórtrívist umborð, havi eg sum er ongar ætlanir um at gevast, sigur John F. Haraldsen.

 

Ein av døtrunum hjá John, Jona Haraldsen, tekur soleiðis til á sínum Facebook-vanga í kvøld:

 

- Vit kunnu saktans vera stolt av okkara babba og abba. Eg eri tó ikki samd í, at hann ikki dugir annað enn at sigla. Hann dugir ótrúliga væl at vera pápi og abbi, og hann er altið klárur at hjálpa við ymiskum, um tað er bilur, súkkla ella heima hjá okkum.

 

Og so leggur hon aftrat:

 

- Men, eg eri samd í, at er hann ov leingi heima, merkja vit væl, at hann verður rastleysur og er klárur at sleppa út á hav aftur. Hetta er tær væl uppiborið, sigur dóttirin, Jona Haraldsen.

 

Hetta hoyrir avgjørt við upp í søguna um John H. Haraldsen, sum í dag fekk heiðursgávu frá Føroya Fiskimannafelag, sum felagsformaðurin, Jan Højgaard, handaði honum seinnapartin.

 

 

 

 

 

 

- Eg eri sera glaður og stoltur fyri urið, og eg taki hetta sum eina viðurkenning fyri mítt starv á sjónum øll hesi mongu ár, sigur John F. Haraldsen. Myndirnar eigur Føroya Fiskimannafelag.