Jólaljóð á Tjóðsavninum

Á Tjóðsavninum er jólahýrurin í hásæti

Jólaframsýning við heitinum Jólaljóð er latin upp, og savnsbúðin er á tremur við ymiskari jólavøru.

 

Jólaframsýningin er bygd upp eftir tema og spennir hon yvir tíð og stað. Elstu lutirnir í jólaframsýningini eru meira hundrað ára gamlir - yngsti luturin er ikki ársgamal. Allir framsýndu lutirnir hava tó tað til felags, at teir eru knýttir at siðbundnum jólaljóðum.

 

Jólaframsýningin stendur frammi til og við 4. januar.

 

Jólagáva frá Tjóðsavninum

 

Í desember vitja tvey vaksin fyri kostnaðin hjá einum vitjandi. Sum vant sleppa børn upp til 18 ár ókeypis á savnið. Vanliga framsýningin í Brekkutúni er eisini opin.

 

Framsýningin í Brekkutúni er opin hvønn dag frá hósdegi til og við sunnudag millum klokkan 13-17.